Námsfrøðingur til dagstovnin Stropan á Kambsdali
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Stropin er ein dagstovnur, í byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur.

Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er ja-ligur, dugir at samstarva, taka ábyrgd og dugir at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan dagligdag, har barnið er í miðdeplinum.

 

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið er í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi.

Grunda á, at vit nýta ársverk, er dagliga tímatalið 37,5 tímar um vikuna. Út yvir dagliga arbeiðið á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett 1. mars 2018, ella eftir nærri avtalu.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Lønarstig 11-19 fyri Námsfrøðingar

Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi

Mánadagin 19. februar 2018 kl. 12.00 



 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

Fo-530 Fuglafjørður

Ella info@fuglafjordur.fo

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER