Umsitari til nýskapanarhúsið Hugskotið
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Í visjónini fyri Tórshavnar kommunu, okkara høvuðsstaður – virkin og vakin, er m.a. ásett, at kommunan vil geva nýggjum vinnum góð vakstrarlíkindi.


Í samsvari við hesa visjón setti kommunan á stovn Nýskapanarhúsið Hugskotið sum eina royndarverkætlan fyri knappliga fýra árum síðani. Royndirnar við at hava eitt stað hjá spírandi vinnulívsfólkum at menna og seta nýggjar tænastur og vørur í verk hava verið so góðar, at nú hevur Tórshavnar kommuna gjørt av, at Hugskotið verður verandi.

ENDAMÁLIÐ HJÁ HUGSKOTINUM
Endamálið hjá Hugskotinum er fyrst og fremst at stimbra undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í kommununi.

Húsið skal eggja íverksetarum til at virka og deila vitan. Haraftrat skal húsið veita íverksetarum holla og viðkomandi ráðgeving, ið mennir einstøku verkætlanirnar.

UPPGÁVAN HJÁ HUGSKOTINUM
Uppgávan hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving og bjóða innivist í einum kveikjandi umhvørvi. Hugskotið skal styrkja um møguleikarnar fyri einum fjøltáttaðum vinnulívi, fyri at nýggjar vinnur taka seg upp og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu.

Hugskotið húsast í Sjóvinnuhúsinum á Eystaru bryggju. Henda góða staðseting fer nú at síggjast aftur í leiklutinum hjá Hugskotinum, tí umframt at halda góðum hugskotum til, fer Hugskotið eisini at samskipa arbeiðið at virðisøkja føroyska tilfeingið.

Umsitarin í Hugskotinum skal umframt at kveikja íverksetarar eisini fáa okkara ríka náttúrutilfeingi at kasta meira pening av sær. Íløgupeningur er í Føroyum til góðu hugskotini, og nú vilja vit eisini bjóða fyritøkum og persónum umstøður til at menna og vinda nýggjar vørur burtur úr serliga tilfeinginum í sjónum. Sostatt fer Hugskotið at flyta seg til eisini at verða eitt savnandi stað hjá vinnuspírum og fyritøkum, sum síggja stórar møguleikar í at økja virðið á tí stóra tilfeingi, sum er í føroyskum øki.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Umsitarin skal hava førleika til at hjálpa, vegleiða og skapa íblástur í einum tøttum samstarvi við íverksetaran.

Eisini skal umsitarin áhaldandi styðja undir, eftirmeta og vera við til at menna verkætlanir soleiðis, at tær kunnu standa á egnum beinum. Tí er neyðugt at leggja stóra orku í at knýta tøtt sambond við vinnulívið og gera avtalur um samstarv. Hetta arbeiðið er grundleggjandi fyri, at pallurin undir Hugskotinum framhaldandi verður mentur. Pallurin skal somuleiðis byggjast út og mennast so hvørt, sum tørvur er á servitan. Í tætta samskiftinum við vinnulívið skal umsitarin eisini duga at upplýsa og skapa áhuga hjá vinnulívinum fyri teimum verkætlanum, sum fáa innivist í húsinum.

Umsitarin skal hava ein natúrligan myndugleika og verða til reiðar at taka avgerðir í sambandi við tær verkætlanir, sum halda til í húsinum. Í hesum sambandi skal regluliga metast um og støða takast til tíðarætlanir og yrkisliga stigið.

Umsitarin hevur ábyrgd av, at Hugskotið verður rikið samsvarandi reglugerð fyri húsið. Tað merkir eisini, at umsitarin skal syrgja fyri, at útgerð, amboð og tær neyðugu nýtsluvørurnar, sum krevjast, altíð eru tøkar.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving og royndir.

Umráðandi er at vera skipað/-ur, uppsøkjandi, álitisvekjandi og kveikjandi. Sum einasta starvsfólk og ábyrgdarhavandi í Hugskotinum er týdningarmikið, at umsitarin er fyrikomandi, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og er før/-ur fyri at taka avgerðir.

Tað er ein fyrimunur, at umsitarin hevur royndir frá privata vinnulívinum, hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og eina holla vitan um vinnulívið.

LØN- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

MEIRA AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, á telefon 280909 ella við t-posti á bjorgfrid@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við avritum av prógvum, lívrensli, viðmælum og møguligum tilvísingumverða at senda til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina „Umsitari til Hugskotið“.

Umsóknir til starvið skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. februar 2018.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER