Sálarfrøðingur til miðnámsskúlaøkið
SERNÁM

Við hesum verður søkt eftir sálarfrøðingi til sálarfrøðiligu tænastuna á miðnámskúlaøkinum.

Eitt spennandi og avbjóðandi starv ¾ tíð sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum er leyst at seta frá 1. marts 2018 ella so skjótt tilber.

Talan er um sálarfrøðingastarv til miðnámsskúlarnir í Klaksvík, á Kambsdali og í Vestmanna. Starvið verður sett í Sernámi, men við tænastu í skúlunum.

Endamálið við eini sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er, at gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið. Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina/aðra vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:

  • Veita næmingum, sum hava tørv á tí, hjálp, samrøður og terapi í styttri tíðarskeið
  • Veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur
  • Veita innanhýsis supervisión
  • Samskipa sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við skúlan
  • Skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum
  • Ráðgeva og vísa til/leiðbeina til onnur stuðuls- og viðgerðarstøð

Harumframt vænta vit, at umsøkjarin:

  • Dugir at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðaruppskotum
  • Kann menna sernámsfrøðiliga virksemi í miðnámsskúlunum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni
  • Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í miðnámsskúlunum og í Sernámi
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernám og onnur fakfólk
  • Supervisión
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:

  • Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar.

Setanarviðurskifti:
Talan er um fasta setan. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Setanarviðurskifti:
Sernám er í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreist:
Umsóknir, við avriti av prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. februar 2018 og skulu sendast til: sernam@sernam.fo.

Sernám hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og veita ráðgeving til stovnar, skúlar, foreldur o. ø. sum varða av børnum og ungum. Sernám er skipað í smábarnaøki, fólkaskúlaøki og miðnámsskúlaøki



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER