Tænaralærling til Norrønu
P/F SMYRIL LINE (FAS)

Tú hevur nú møguleikan at læra til tænara umborð á Norrønu.

Lærutíð
Lærutíðin sum tænari er millum 2½ - 4 ár, alt eftir hvørja útbúgving tú hevur áðrenn. Tænaraútbúgvingin skiftir ímillum skúla og starvsvenjing. Starvsvenjingin er umborð á Norrønu, har tú verður partur av tænaratoyminum.

Arbeiðstíðin er eftir føstum vaktum, har arbeitt verður í 4 fylgjandi vikur fyri síðani at hava 4 frívikur – Umframt verður skúlagongd løgd afturat.

Uppgávur
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir tænastu á trimum ymiskum matstovum umborð.

  • Tú skalt í fyrsta lagi arbeiða á okkara a la carte matstovu Simmer Dim, sum heldur eitt høgt gastronomiskt støði
  • Tú fert eisini at royna teg á øðrum matstovum og barrum umborð
  • Sum tænaralærlingur fært tú framúr møguleika at verða upplærd/ur á 3 ymiskum matstovum sum veitir tænastu til áleið 1.000 ferðandi

Vit hava gestir í øllum aldursbólkum og úr nógvum ymsum londum, sum øll ynskja at njóta ein góðan bita, meðan tey sigla við okkum.

Tín vangamynd
Dentur verður lagdur á, at vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur hug og áræði til at blíva ein góður tænari, og sum sær tað sum ein spennandi vinnuveg.

  • Tær dámar væl at arbeiða, og tú heldur teg framat
  • Tú ert før/ur fyri at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Tú tekur ábyrgd og dámar væl at samstarva í einum toymi
  • Tú skalt kunna fáa heilsuváttan fyri sjófólk (bláu bók)

Umsóknarfreist
Tú søkir starvið her

Seinasta freist at senda umsókn er 22. februar 2018.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Sales & Service Manager á teldupost ssm@norrona.fo ella HR leiðara Heina Kristiansen á tlf. 235950, teldupost heini@smyrilline.fo

Hetta bjóða vit
Tú fært lærlingaløn í lærutíðini. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi umborð á Norrønu, har tú fært møguleikan at gerast partur av einum góðum toymi. Starvsfólkini fáa frítt uppihald og mat í messuni ímeðan tey eru umborð. Tá ið tú hevur frívakt er góður møguleiki at íðka okkara venjingarhøli og annars njóta fríløturnar saman við starvsfeløgum.

Tú verður ein partur av Smyril Line, sum er ein spennandi fyritøka við góðum møguleikum fyri framtíðar menning. Umframt Norrønu, eigur og rekur Smyril Line Hotel Skálavík og Hotel Hafnia. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER