Verkætlanarleiðari
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna hevur fleiri spennandi verkætlanir fyri framman innan bygging og anlegg og søkir nú eftir starvsfólki at leiða nakrar av hesum verkætlanunum.


Talan er um fjølbroytt starv, har verkætlanarleiðarin hevur stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað. Tú kemur bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við nógvum øðrum fólkum og arbeiðsbólkum.

UPPGÁVAN
Høvuðsuppgávurnar verða m.a.:

• 

at leiða verkætlanir frá byrjan til enda

at tryggja, at kostnaðar-, tíðarætlanir halda og at dygdin er í lagi

at tryggja, at byggingin fylgir øllum krøvum og samtyktum

at tryggja gott samstarv, gjøgnumskygni, kunning og nøgdar brúkarar

FØRLEIKAR
Tú skalt hava útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan verkætlanarleiðslu.

KOMMUNAN VÆNTAR, AT TÚ DUGIR:

• 

at planleggja og at leiða verkætlanir, herundir byggirokniskap
og framskrivingar

ert skipaður og hevur gott yvirlit

at samskifta við nógv ymiskar bólkar, fyritøkur, myndugleikar
og einstaklingar

at orða teg væl skriftliga og munnliga á føroyskum og donskum

hevur góðar telduførleikar

hevur góð evni at tillaga teg og at arbeiða við fjølbroyttum
uppgávum

Kommunan væntar, at tú sum persónur ert positivur, ágrýtin, úrslitasøkin og hevur lætt við at samstarva við onnur innanhýsis og uttanhýsis.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært avvarandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn við prógvum og lívgongdarlýsing skal vera Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 20. februar 2018 kl. 12.00. Umsóknin skal verða merkt „Starvsfólk til verkætlanir“.

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bergur Rask Olsen, leiðara á verkætlanardeildini, berguro@torshavn.fo ella á telefon 212401 og 302010.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER