Kokkar og føðsluatstøðingar til M/S Norröna
P/F SMYRIL-LINE

Nú hevur tú møguleika at søkja starv sum kokkur ella føðsluatstøðingur umborð á Norrönu.

Við plássi fyri 1400 ferðandi og við trimum stórum matstovum umborð, hava vit úr at gera. Tí tørvar okkum kokkar og føðsluatstøðingar at starvast í køkinum. Vit leita eftir starvsfólki, ið brenna fyri teirra faki og virða at gera mat úr góðum rávørum til okkara gestir.

Tín vangamynd

  • Tú hevur helst útbúgving sum kokkur ella sum
  • Tú hevur helst royndir við at starvast í einum køki
  • Tú er tænastusinnað/ur, hóast tað er nógv er at gera
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin samanvið 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða
Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi. Tú verður partur av einum liði, ið veitur matlistaligar upplivingar til okkara ferðandi.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Starvssetan
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá ultimo mars til ultimo oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. mars 2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið her

Hevur tú spurningar til starvssetanarviðurskifti ert tú vælkomin at venda teg til okkara HR deild á hr@smyrilline.fo ella við at ringja til HR mennara Hallu Skylv Midjord á tlf: 235951.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í køkinum á executivechef@norrona.fo.

Um Smyril Line
Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Nornu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið Hotel Hafnia og rekur Hotel Skálavík.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER