Starvsfólk til housekeeping umborð á Norrönu
P/F SMYRIL LINE (FAS)

Tú hevur nú møguleika at gerast partur av okkara gesta- og reingerðistoymi umborð á Norrönu.

Tín vangamynd

  • Tú hevur helst royndir við reingerðararbeiði
  • Tú er virkin og eftirsíggin, hóast nógv er at gera
  • Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi og virðir at skapa góða tænastu til okkara ferðandi
  • Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum.

Vit bjóða
Eitt framsøkið arbeiðspláss, har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Starvssetan
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá ultimo mars til ultimo oktobur, men møguleiki er at leingja starvssetanina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. mars 2018. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið her

Hevur tú spurningar til starvssetanarviðurskifti ert tú vælkomin at venda teg til okkara HR deild á hr@smyrilline.fo ella við at ringja til HR mennara Hallu Skylv Midjord á tlf: 235951.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í housekeeping á ah@smyrilline.fo.

Um Smyril Line
Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Nornu.Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og  Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið Hotel Hafnia og rekur Hotel Skálavík.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER