Starvsfrólk til bilaleiguna í Vága Floghavn
SP/F F.F. BILALEIGA

Vit sóknast eftir einum fyrikomandi og tænastusinnaðum fólki til 62°N Bilaleigu í Vága Floghavn.

Starvið, ið er tíðaravmarkað frá 1. apríl til 31. august 2018 ella eftir nærri avtalu, fevnir um avgreiðslu av viðskiftafólki og ymiskar fyrifallandi uppgávur. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, og roknast kann við, at nakað av arbeiði eisini er í vikuskiftunum. Talan er um eitt fjølbroytt starv í mest altjóða umhvørvinum, ið finst í Føroyum.

Tú verður okkara andlit úteftir og ofta fyrsta tænastuveiting, ið útlendingar møta, tá ið tey koma til Føroya. Tí er tað umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Tú hevur koyrikort til persónbil og tað ein fyrimunir um tú hevur bústað í Vágum, men ikki nøkur treyt.

Løn og setanartreytir verða avtalað okkara millum.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú væl komin at venda tær til Berg Thomsen, stjóra, á tlf. 733535 ella um teldupost bergur@62n.fo

Umsókn og CV, ið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. februar 2018 kl. 12:00, skulu sendast til bergur@62n.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER