Tænarar til Norrönu
P/F SMYRIL-LINE

Nú hevur tú møguleika at søkja starv sum tænari/barrvørur umborð á M/S Norröna, ið siglir í fastari rutu í Norðuratlantshavinum.

Við pláss fyri 1400 ferðandi hava vit úr at gera í okkara gesta- og tænastutoymi. Tí tørvar okkum dugnalig starvsfólk, sum hava hug at verða partur av einum dagligdegi, ið bjóðar tænastu í heimsklassa til okkara ferðandi.

  • Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
  • Ert ein liðspælari, men kann eisini taka ábyrgd
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
  • Hevur ein fyrimun, um tú hevur starvsroyndir sum tænari
  • Er greið/ur yvir, at tú kemur at búgva umborð á skipinum og at manningarskiftið vanliga er 4. hvørja viku
  • Kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum

Vit bjóða
Eitt framsøkið arbeiðspláss har møguleiki er at menna teg og uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Starvssetan
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá ultimo mars til ultimo oktober, men møguleiki er at leingja starvssetanina.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 1. mars 2018. . Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Søk starvið her

Hevur tú spurningar til starvssetanarviðurskifti ert tú vælkomin at venda teg til okkara HR deild á hr@smyrilline.fo ella við at ringja til HR mennara Hallu Skylv Midjord á tlf: 235951.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðaran í Sales & Service á ssm@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur Norrönu, sum er størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið Hotel Hafnia og rekur Hotel Skálavík. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER