FRÍTÍÐARAVLOYSARAR TIL LANDSSJÚKRAHÚSIÐ, SUMMAR 2018
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Søkt verður eftir starvsfólki til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 1. juni til og við 31. august 2018.

Vit søkja eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingum
  • Ljósmøðrum
  • Heilsurøktarum
  • Radiografum
  • Bioanalytikarum
  • Føðsluatstøðingum til køkin
  • Hjálparfólkið til køkin
  • Hjálparfólk til vaskaríið
  • Fólk til reingerð
  • Arbeiðsfólk

Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru

  • Kirurgiskar-, psykiatriskar- og medisinskar seingjadeildir
  • Hæmodialysu ambulatorium
  • Onkologi
  • Hjartadeild
  • Barnadeild, børn 0-14 ár 
  • Føðideild/præmaturstova og ljósmøðratænasta
  • Skurðgongd
  • Intensiv, viðrakning og skaðastova
  • Anestesideild
  • Kommunulæknaskipanin
  • Røntgendeildin
  • Rannsóknarstovan
  • Køkurin
  • Vaskaríið
  • Reingerð
  • Arbeiðsfólk

Førleikar 

  • Ágrýtin starvsfólk við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibuliteti
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar tað veri seg innanhýsis og uttanhýsis
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500 til depils- ella deildarleiðaran:

Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 20. februar 2018.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri "Søg stillingen".

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER