Sjúkrarøktarfrøðingur til B8 (Barsilsfarloyvisstarv)
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B8 í skiftandi vaktum til setan 1. Mars 2018 til 1. januar 2019.

Talan er um eitt avloysarastarv, vegna barsil, á starvsbrøki 0,8

B8 er ein medisinsk deild, ið tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 12 sjúklingum. Virksemið á deildini er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar sum deildin.

Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan hesar sergreinar:  Kardiologi og Lungnamedisin

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina                                                                                                

Dentur verður lagdur á

  • fakligar royndir innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primersektorin. 

Vit bjóða

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • jaligt tvørfakligt samstarv 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara á B8, tlf. 304500, lokal 6068, lskatla@ls.fo ella hjá Heidi Bech, varaleiðara, lokal 6008, lsheibe@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26.01.2018

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðarnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkjuni "Leys størv".

Søk starvið her

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER