SØLUFÓLK TIL BYGGIMARKNAÐIN Í XL-BYG TÓRSHAVN
P/F HAVNAR TIMBURHANDIL

Vit sóknast eftir dugnaligum og eldhugaðum sølufólki til byggimarknaðin í XL-BYG TÓRSHAVN.

Vit bjóða
Eitt starv í eini framkomnari fyritøku, har vit við at seta tænastu og góðsku í hásæti virka í einum spennandi og vaksandi virkisøki innan handil.

Tú kemur at virka í einum vælvirkandi toymi av starvsfólki, sum seta tænastuna og gott arbeiðsumhvørvi í hásæti.

Starvið Inniber, at tú sleppur at royna teg innan ymsu vøruøkini, ið eru at finna í byggimarknaðinum hjá okkum.

Í tøttum samstarvi við starvsfelagar tínar verða høvuðsuppgávurnar hjá tær hesar:

  • Søla og innkeyp 
  • Kundaavgreiðsla 
  • Ráðgeving og vegleiðing
  • Tilboðsarbeiði

Vit vænta
At tú ert málsøkin, røkin, setur kundatænastu í fremstu røð, og hevur evni og viljan at verða ein virkin luttakari millum dugnaligar starvsfelagar.

Tú fært
Eitt spennandi starv, har tú kanst menna tíni evni innan sølu og tænastu á einum stórum og virknum arbeiðsplássi.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn
Um tú hevur áhuga í at starvast hjá okkum, so send okkum eina umsókn til: xlt@xlt.fo viðmerk umsókn.

Ella til: XL-BYG TÓRSHAVN, Heykavegur 4, Boks 3038 110 Tórshavn.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. januar 2018.

XL-BYG TÓRSHAVN Heykavegur 4 Boks 3038 110 Tórshavn xlt@xlt.fo Tel: 350 500 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER