KT-mennari til aPureBase
ARBEIÐSLOYSISSKIPANIN

Vit sóknast eftir einum dugnaligum KT-mennara at byrja skjótast til ber.
 
Um aPureBase
aPureBase er ein heimsumfevnandi fyritøka, ið arbeiðir við at veita vitan og dáta um heilsuøkið til medisinídnaðin.
Vit samla og ríka upplýsningar um læknar, serfrøðingar, sjúkrasystrar, apotekarar, tannlæknar, ’key opinion leaders’, mynduleikar, heilsuverk og aðrar aktørar innan heilsu. Vit hjálpa okkara kundum við e-mail loyvum, sølu og marknaðarførslu, dátareins, greinan av málbólkum og mangt annað.

aPureBase stendur fyri einum felagskapi av fyritøkum í 30 londum, sum í felag arbeiða fyri at loysa tørv kundans.

Tað starvast 30 fólk hjá aPureBase í Keypmannahavn, og uml. 1.200 starvsfólk í øllum felagskapinum í alt.
Starvið ið lýst verður við, er hjá aPureBase í Keypmannahavn.

3 fólk starvast í dag í menningardeildini. Útyvir hetta nýta vit eisini okkara felagskap til at loysa uppgávur.

Arbeiðsuppgávur
Sum KT-mennari kemur tú at viðlíkahalda og útbyggja dátagrunnar, markamót og samskifta við í felagsskapinum, umframt at samskifta við kundar og verkætlanarbólkar.

Vit arbeiða við MSSQL, Java, Kotlin, MariaDB, Windows Server og Linux.

Førleikakrøv
Vit hava ongi serlig førleikakrøv, annað enn at tú hevur minst 3-4 árs royndir við dátagrunnum, og royndir við markamótum ímillum skipanir.

Datamatikkari ella onnur KT-útbúgving er ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaðurin er Føroyar, og arbeiðstíðin er Føroysk. Tó er góður møguleik at sleppa út í heimin at arbeiða við kundum.
Eingin skrivstova er í Føroyum í løtuni, men hetta verður stovnað so skjótt sum starvsfólk er sett.

Setanar- og lønarviðurskifti verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Høgna Beinisson, CTO á telefon +298 509027 / +45 31333327 ella á t-post hbe@apurebase.com



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER