Námsfrøðingur til Býlingshúsið Vesturi á Flat
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna frá 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.

Hava rørslur og náttúran tín áhuga – ert tú aktiv/-ur og dámar væl at verða úti bæði tá tað regnar og tá sólin skínur – so hava vit starvið til tín.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Fríðu Eystberg Johannesen, stovnsleiðara, telefon 318371 og 288371 ella umvegis heimasíðuna flat.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 20. desember 2017.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER