Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir tveimum námsfrøðingum at starvast ávikavist 20 og 30 tímar um vikuna.


STØRVINI
eru ætla tveimum námsfrøðingum, ið eru áhugaði í at starvast í smábarnastovu. Umframt at námsfrøðiliga arbeiði verður tilætla einstaka barninum, arbeiða vit miðvíst við tí rørsluligu, sansaligu og málsligu menningini hjá bólkinum.

Á stovuni eru 20 børn í aldrinum 3 og 4 ár og 4 starvsfólk. Harafturat er gott samstarv millum stovurnar og starvsfólkini á stovninum.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

er áhuga/-ur í at nýta og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

er nærverandi, sjálvstøðug/-ur og tekur ábyrgd

VIT KUNNU BJÓÐA EIN STOVN:

• 

har námsfrøðin og námsfrøðiliga orðaskiftið er í hásæti

har námsfrøðin verður tillagað einstaka barnið

har fyrireiking er ein partur arbeiðinum

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 1. januar 2018, ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er 20 ella 30 tímar. Tú verður sett í starv í barnagarðinum, og skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

MEIRA FÆST AT VITA

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Majbritt Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 518758 ella vitja www.millumgilja.com


UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 18. desember 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER