Starvsfólk at vera stuðul á Viðareiði
ALMANNAVERKIÐ

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða 40 tímar um vikuna sum stuðulsfólk hjá einum borgara á Viðareiði.

Arbeiðsuppgávur
Starvið er eitt menningarátak heima hjá einum borgara, soleiðis at viðkomandi fær ein mennandi og gevandi gerandisdag.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir, kann hjálparfólk verða sett í fyribilsstarv. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan neuropedagogiska økið.

Um starvið
Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður í dag- og kvøldtímum frá mánadag til leygardag. Arbeiðstíðin verður løgd í samráð við familjuna.

Vit vænta at tú:

  • hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum
  • hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • at tú ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, umframt at tú skalt duga at siga frá og vera avgjørd/ur                    
  • dugir væl at skipa ein gerandisdag saman við borgaranum
  • trívist við at arbeiða einsamøll/mallur
  • er sálarliga og likamliga væl fyri

Um eind 8
Eind 8 í Trivnaðardeplinum varðar av fólkum, sum hava sálarliga sjúku og fólkum, sum hava seinheilaskaða.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum – Eind 8. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Stuðulsfólk á Viðareiði - Eind 8”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  18. desember 2017 kl 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Danielsen, eindarleiðara telefon 297400 ella Solveig Sofía Brink Dalsgaard, leiðara, telefon 297530.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER