Sjúkrarøktarfrøðingur til G4/A3
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til skurð seingjadeild G4/A3. Talan er um eitt fast stav á brøk 0,8 í skiftandi vaktum til setan hálvan januar.

Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, maga/tarm, urologi, gynekologi og eygna-, oyrna-, nasa- og hálssjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 12 plássum á A3.

Dentur verður lagdur á

  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
  • kreativitet og fleksibilitet
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
  • góðan telduførleika

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið og tænastan er í løtuni G4/A3 á Skurðdeplinum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Elin Vitalis, deildarleiðara á G4, tlf. 304500, lokal 5064.

Umsóknarfreistin er 15. dec. 2017

Søk starvið her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv."

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER