Námsfrøðingar til Dagstovnin við Løgmannabreyt
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir trimum námsfrøðingum til ávíkavist barnagarð og vøggustovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna, at byrja 15. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

  • hevur áhuga í at arbeiða við børnum og tímir væl at vera úti í náttúrini, vísir umsorgan og er nærverandi, dugur at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum og hevur samstundis gott yvirblikk yvir barnabólkin
  • hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • sær møguleikar heldur enn forðingar

ARBEIÐIÐ FEVNIR UM 
M.A. AT MENNA BØRNINI

  • Sosialt, rørsluliga og málsliga
  • At menna børnini í gerandisdegnum og geva teimum upplivingar, inni og úti 
  • At samstarva við øll sum hava sína dagligu gongd á stovninum

VIT BJÓÐA
Vit bjóða eitt áhugavert mennandi starv í einum góðum umhvørvi við góðum starvsfeløgum, har tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum. 

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. 

Starvið ber í sær, at tú eftir tørvi hjálpir til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum og royndum skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. desember 2017.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 219105.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER