Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til fast starv á Tjarnargarði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar við demens, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Kristianslon er ein eind við 10 búplássum og tveimum umlættingarplássum fyri eldri, sum hava demens. Dentur verður lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Vit stremba eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

TIL KRISTIANSLON VERÐUR SØKT EFTIR:

  • tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 til setan 1. januar 2018 ella eftir avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøki. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

 

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
  • KT-førleika á brúkarastigi

 

VIT BJÓÐA TÆR

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • at menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við okkum
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin. 

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið sum heilsurøktari verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Maiken Restorff, deildarleiðara á Kristianslon, telefon 224116, ella við telduposti til maiken@torshavn.fo

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Kristianslon“ ella „Heilsurøktari til Kristianslon“.

Umsóknarfreistin er 20. desember 2017.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER