Varaleiðari til Frítíðarskúlan Spíran
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Spíran eftir varaleiðara at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.


Starvið er 30 tímar um vikuna og skal viðkomandi hava námsfrøðiliga útbúgving og verða partur av einum leiðslutoymi.

Tað sum eyðkennir Spíran er námsfrøðiliga arbeiði í náttúruni. Stovnurin liggur í náttúru vakra økinum í Havnardali. Børnini læra um náttúruna við at brúka hana og virka í henni. Børnini luttaka í felags ábyrgdini av djórahaldi, jarðadyrkan, hegning og bygging.

Í Spíranum verður lagt í børnini, at fara væl við náttúruni og vera góð við kríatúrini. Samstundis fáa tey eina ópyntaða mynd av veruleikanum um hvussu náttúran og dýrini verða gagnnýtt av okkum menniskjum í trá við føroyska mentan.

Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi sum hevur hegni og áhuga við náttúru-námsfrøði í náttúruni.

VIT VÆNTA AV TÆR:

• 
 

At tú megnar at arbeiða í tøttum samstarvi við leiðaran og við
starvsfólkini

At tú megnar at fáa ábyrgdar uppgávur og skipa arbeiði

At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi

At tú ert sjálvstøðug/-ur og kanst taka avgerðir

At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn,
foreldur og skúla

At tú ert kveikjandi og við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

At skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, við virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara felag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita Um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen stovnsleiðara, á telefon 214041 og við at hyggja á heimasíðuna www.nattura.fo

UMSÓKN
Saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi 15. desember 2017.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER