Leiðsluskrivari á Landsskjalasavninum
SØVN LANDSINS

Landsskjalasavnið søkir eftir skrivara til leiðsluna at byrja frá 2. januar 2018, ella skjótast til ber. Starvið er 30 tímar um vikuna.

Um Landsskjalasavnið
Landsskjalasavnið varðveitir almenn skjøl, tvs. fyrisitingarligar viðgerðir og avgerðir, sum almennir myndugleikar, sambært lóg, skulu avhenda til Landsskjalasavnið. Landsskjalasavnið hevur eftirlit við og ráðgevur almennum myndugleikum á journal- og arkivøkinum, sí www.skjalasavn.fo.

Landsskjalasavnið gevur atgeingi til skjøl á netinum, sí www.history.fo, og á lesistovu, og undirvísir m.a. søgulesandi í arkivkunnleika. Eisini verður granskað í ymiskum arkivfakligum og søguligum viðurskiftum. - Landsskjalasavnið byggir og umsitur Ættarbandsskránna, sum er partur av grundarlagnum fyri ílegugransking í Føroyum.

Í løtuni starvast 11 fólk á Landsskjalasavninum, harav tey 4 verða fíggjað aðrastaðni frá.

Landsskjalasavnið er sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum.

Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru,

  • at virka sum skrivari hjá stjóranum,
  • at samskipa fundarvirksemi og samskifti hjá leiðsluni,
  • at hava eftirlit við málsviðgerð og tíðarskráseting innanhýsis,
  • at avgreiða lønarumbønir og –flytingar,
  • at gera aðrar vanligar skrivarauppgávur, eitt nú umsita journal, bókingar, telefon, og
  • at taka lut í og fyrireika umboðandi uppgávur.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:

  • skrivstouvuútbúgving ella líknandi,
  • góðan málførleika,
  • góðan kunnleika til bókhalds- og roknskapararbeiði,
  • góðan kunnleika til journalarbeiði,
  • góðan telduførleika,
  • góð samstarvsevni, og
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt.

Setanarviðurskifti og umsókn
Starvið verður sett frá 2. januar 2018, ella skjótast til ber, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknin skal verða Landsskjalasavninum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 8. december 2017, kl. 12.00. – Umsóknir kunnu sendast til savn@savn.fo ella Landsskjalasavnið boks 1155.

Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu seta seg í samband við Sámal Trónd Finnsson Johansen, stjóra, við at ringja á telefon 790530 ella við at skriva teldupost til: samaltrondurj@savn.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER