Lærlingur til KT-deildina
ALMANNAVERKIÐ

Almannaverkið hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærlingastarv sum KT–supportari á KT-deildini

Um KT-deildina
KT-deildin veitir support, ráðgeving og vegleiðing innan KT til okkara starvsfólk, og arbeiðir við menning av KT-skipanum. Í tøttum samstarvi við KT-landsnet arbeiða vit við at tryggja støðugan rakstur av kervinum, ið stuðlar undir arbeiðinum hjá okkara umleið 950 starvsfólkum í fleiri enn 65 bygningum.

Í løtuni starvast 5 starvsfólk á KT-deildini.

Arbeiðsuppgávur
Almannaverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, og tað krevur support, ráðgeving og vegleiðing av KT-skipanum innan øll økir. Arbeiðsuppgávurnar eru tí at veita support og at tryggja, at arbeiðsgongdir gerast betri og effektivari, soleiðis at starvsfólk fáa eina munagóða tænastu á høgum støði frá KT-deildini.

Sum lærlingur í Almannaverkinum hevur tú møguleika at læra og menna teg bæði persónliga og fakliga í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi við forvitnisligum arbeiðsuppgávum.

Vit bjóða tær eitt spennandi starv við góðum starvsfeløgum og góðum arbeiðsumstøðum. Harafturat fær tú eina KT-útbúgving við eini lærutíð, sum er trý ár.  

Í lærutíðini skiftir tú millum at starvast á KT-deildini og skúlagongd á tekniskum skúla í Danmark. Á skúlanum fært tú ment tínar førleikar innan KT-tøkni.

Væntanir til umsøkjaran

Vit vænta, at tú:

  • ert tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við starvsfelagar/viðskiftafólk
  • ert eldhugað/ur at menna teg innan nýggja tøkni
  • ert sjálvstøðug/ur og initiativrík/ur
  • ert áhugað/ur at arbeiða í einum ferðmiklum gerandisdegi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum
  • hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur viðkomandi royndir

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á KT-deildini á Staravegi 18 í Tórshavn. Lærlingurin á KT-deildini kemur at arbeiða á øllum økjum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Lærlingur til KT-deildina”

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. januar 2018. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Frankie Jensen, deildarleiðara, tlf. 34 70 70.

Visti tú:
Hvørt ár tænir Almannaverkið meira enn 17.000 fólkum við eini røð av sosialum skipanum, veitingum og tænastum. Okkara starvsfólk eru umleið 950 í tali úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Almannaverkið er hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini og umsitur 1,4 mia. árliga á fíggjarlógini. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER