Námsfrøðingar til Dagstovnin Birkilund
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Birkilund eftir 4 námsfrøðingum.

• 

ein námsfrøðing 35 tímar um vikuna í vøggustovu

ein námsfrøðing 30 tímar um vikuna í vøggustovu

ein námsfrøðing 35 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv til
1. juli 2018 fyri námsfrøðing í farloyvi

ein námsfrøðing til barnagarðsstovu 35 tímar um vikuna

Størvini eru til setan frá 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kunnu hjálparfólk veðra sett í fyribils starv.

KOM OG VER VIÐ TIL OKKARA RELATÍÓNSARBEIÐIÐ
Birkilund er ein stovnur við yvir 100 børnum og áleið 30 starvsfólkum á fýra vøggustovum og trimum barnagarðsstovum.

Í Birkilund arbeiða vit útfrá tí sjónarmiði, at tað er tann góða relatiónin, sum er grundarsteinurin undir menningini hjá barninum.

Vit arbeiða miðvíst við at betra um allar relatiónir millum børn og vaksin og børn og børn. Vit eru fakliga tilvitað og eru vitandi um barnasálina og at møta barninum, har tað er.

VÆNTANIR TIL KOMANDI NÁMSFRØÐING

• 
 

At tú ert ágrýtin, og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan dag fyri øll børn í Birkilund

At tú ert fakliga tilvitað/-ur og evnar at síggja og tillaga teg eftir tørvi,
bæði tá tað kemur til børn og vaksin

At tú hevur hug til at vera við til at skapa eitt mennandi og fakligt
arbeiðsumhvørvi

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Ert tú tann vit leita eftir, skriva so eina umsókn og send hana til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. desember 2017 kl.12.00.

MEIRA FAST AT VITA
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan O. Simonsen, leiðara, á telefon 214048 ella Jeanette Joensen, varaleiðara, telefon 214049.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER