Klinikkassistent / móttøkufólk til PETRI Tannklinikk
SP/F PETRI

Vit sóknast eftir einum klinikkassistenti / móttøkufólki at byrja skjótast gjørligt, ella eftir avtalu. Starvið er sera fjølbroytt, har tú út yvir at assistera tannlæknum kemur at arbeiða í sterilisatión, kundamóttøku, telefonavgreiðslu, umframt at hava ábyrgd av at skipa arbeiði í móttøkuni. Hevur tú áhuga fyri arbeiði innan heilsufakliga øki og áhuga fyri móttøku arbeiði; megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn, arbeiðir væl undir trýsti og dugur at skipa arbeiði, er tað helst tær vit leita eftir.

Vit bjóða tær eitt trygt og gott fast starv, við góðum starvsfeløgum og møguleikum at førleikamenna teg, skipaði viðurskifti, eftirløn, løn undir sjúku v.m. Lønin verður eftir førleika.

Vit vænta tú hevur góð evni at samstarva og samskifa við fólk; ert jalig, álítandi og fyrikomandi og virðir at fólk eru ymisk; at tú tekur stig til at finna nýggjar og betri arbeiðsgongdir í tí dagliga og arbeiðir sjálvstøðugt.

Tað er ein fortreyt at tú dugir at samskifta munntligt og skriftligt á føroyskum og donskum; at tú hevur lætt við e-mail og líknandi teldu arbeiði, og hevur lætt við at læra nýtt á hesum øki; at tú møtir stundisliga og væluppløgd til avtalaðar tíðir. 

Útbúgving sum klinikkassistentur ella royndir innan økið er ein fyrimunir, men ikki eitt krav. Møguleiki er fyri at byrja uppá útbúgvingina.

Arbeiðsplássið liggur mitt í Havnini, í Rabarbukvarterinum beint við gamla kommunuskúlan, í einum gomlum sermerktum og sjarmerandi nútímansgjørdum bygningi.

Vit eru eitt toymi av dugnaligum, dygdartilvitaðum og fittum tannlæknum, tannrøktarum, tannteknikara og klinikkassistentum, sum tú kemur at arbeiða tætt saman við í gerðandisdegnum. Tónin millum starvsfólkini er óformligur og jaligur, og vit eta javnan morgunmat, døgurðar o.a. saman. Av og á fara vit á útferðir, skeið o.a., umframt at starvsfólkini sjálvi kunnu tilrættisleggja ymisk tiltøk saman.

Hevur hetta vakt tín áhuga, vóna vit at hoyra frá tær skjótast gjørligt. Eingin umsóknarfreist er, vit seta tann rætta í starv so skjótt hesin er funnin, so send okkum skjótast gjørligt eina umsókn yvir teldupost á petri@petri.fo

Fyrstu samrøðurnar verða væntandi longu avgreiddar seinast í oktober 2017.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Vit eggja øllum ið lúka formligu krøvini og brenna fyri fakinum at søkja, eisini teimum ið áður hava søkt hjá okkum, og á tann hátt hava víst áhuga fyri fakinum. Allar umsóknir verða viðgjørdar sakliga og í fullum trúnaði.

Vilt tú hoyra meira um starvið, ella hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Hans Marner á telefon 212507, ella við at senda ein teldupost á petri@petri.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER