Starvsfólk til Várperlu blómuhandil
VÁRPERLA

Vit søkja eftir einum blomsturdekoratøri, ella kreativum fólki, at arbeiða 40 tímar um vikuna.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri blomsturfakinum
  • Ert kerativur og nærlagdur
  • Ert fyrikomandi, álítandi og røkin
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú er fleksibul (kanst arbeiða longur um tørvur er á tí - skiftandi tíðir)

Arbeiðstíð
40 tímar um vikuna.

Umsókn og freist
Umsókn við CV og viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 30. ooktobur.

Umsóknin skal sendast til fo_dekorator@hotmail.com.

Várperla blómuhandil hevur 6 ár á baki og er í støðugari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt í handli okkara í Runavík.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Várperla
Heiðavegur 10 A
620 Runavík
Tlf. 443838



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER