Fulltrúi til Starvsfólkadeildina í Farloyvisstarv.
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

 

Starvsfólkadeildin sóknast eftir fulltrúa í farloyvisstarv til serliga at taka sær av lønar- og sáttmálaspurningum. Starvið verður sett skjótast gjørligt. 

STARVSFÓLKADEILDIN
Starvsfólkadeildin hevur ábyrgdina av lønarbókhaldi, starvsfólkaviðurskiftum og HR-uppgávum vegna umleið 2.000 starvsfólkum. Talan er sostatt um størsta almenna arbeiðspláss í Føroyum. 

Starvsfólkadeildin er bygnaðarliga undir Miðfyrisitingini og húsast á Gamla Meiarínum í Tórsgøtu. Á deildini starvast 10 fólk. 

STARVIÐ
Talan er um farloyvisstarv við nógvum ymiskum uppgávum, ið toyggja seg frá lønarviðurskiftum, starvsfólkamálum, luttøku í KT-verkætlanum til HR-uppgávur so sum starvsetan, førleikamenning og ymiskar HR-verkætlanir. Tó verður høvuðsuppgávan at ráðgeva og vegleiða um lønar- og sáttmálaviðurskifti. 

FØRLEIKAKRØV
Leitað verður eftir einum starvsfólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. 

Tað er ein fyrimunur at hava royndir við at umsita almenn starvsfólkaviðurskifti eins og royndir innan organisasjón og HR. 

SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um farloyvisstarv í 1 ár, ið verður sett skjótast gjørligt. Løn og aðrar treytir verða sambært avvarðandi sáttmála. 

UMSÓKN
Umsókn saman við CV og útbúgvingarprógvum skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2017 kl. 8.00. Umsóknirnar skulu sendast til torshavn@torshavn.fo.

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara, ella Ingunn Eiriksdóttir, fyrisitingarstjóra á tel. 302010.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER