Tannlækni til Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Skurðdeplin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tannlækna at taka sær av visitatión, kanning og viðgerð av vaksnum við serligum tørvi, ið ikki kunnu viðgerast í vanligari privatpraksis, til setan 1. januar 2018.

Starvið er parttíðarstarv á uml. 5 dagar um mðr. og er staðsett á tannlæknastovuni á Skurðdeplinum.

 

Dentur verður lagdur á at tú hevur

  • Autorisatión sum tannlækni
  • Hollar arbeiðsroyndir
  • góð samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • dugir at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvsfelagar, eisini primera geiran. 

Vit bjóða

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar 

Nærri fæst at vita hjá Eyðfinnur Olsen, leiðandi yvirlækna á  Skurðdeplinum.

Umsóknarfreistin er   01.11.2017

Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Dansk tandlægeforening á stig 17.

Væntandi fara broytingar at koma innan tannlæknaøkið á Landssjúkrahúsinum og tí mugu tillagingar av starvsøkinum tolast.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER