Ljósmóðir til Føðideildina, A2
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmóðir til Føðideildina. Talan er um fast starv á starvsbrøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. november 2017.

Føðideildin er ein samansett deild við tveimum sergreinum, ið umfata barnakonur, føðingar, barsil og neonatologi. Endamálið við deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nýfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at deildini og heilsuskipanini annars. Deildin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðar-avbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • starvsøkið fevnir um viðtalur í viðgongutíðini
  • føðifyrireiking
  • at vara av innløgdum barnakonum
  • at vara av barnakonum undir føðing og dagarnar eftir, at tær hava átt

Dentur verður lagdur á

  • prógv og góðkenning sum ljósmóðir
  • royndir innan viðgongu, føðing og barsil
  • góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnaða á deildini
  • góðan telduførleika
  • at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga

Vit bjóða

  • felags innleiðslu fyri nýsettum starvsfólkum, umframt innleiðslu á deildini
  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at ringja til Marianne Liddy Skaksen, virkandi deildarljósmóðir, lokal 5303.

Umsóknarfreistin er 23. oktober 2017

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast fram, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum  "Leys størv."

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER