Heilsurøktari til Stjørnulon
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu sóknast eftir avloysara fyri heilsurøktara á 35 tímar um vikuna til dagtilhaldið Stjørnulon, Jøkulstræti 4.

Ert tú heilsurøktari og hevur royndir, áhuga og hegni at arbeiða á eldraøkinum, er hetta kanska starvið til tín.

Stjørnulon er eitt dagtilhald fyri 20 fólk, ið hava demens og búgva heima. Dentur verður lagdur á góða samveru við og at skapa ein ríkan gerandisdag. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslur og at ganga túrar.

Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkini hava røttu persónligu eginleikarnar, gott tol og ein jaligan hugburð.

Arbeiðsøki
• Saman við hinum starvsfólkunum verður tín uppgáva at skapa eitt heimligt umhvørvi, har fólk trívast.
• At vera kontaktpersónur hjá nøkrum húsfólkum og avvarðandi.
• At skipa ein gerandisdag við matgerð, ítrivi, rørslum og øðrum virksemi.
• At arbeiða dagvaktir og kvøldvaktir.

Førleikakrøv
• Útbúgving sum heilsurøktari og vitan um demens, kann verða ein fyrimunur.
• Evni og hug til at vera um eldri fólk við demens.
• Góð samstarvsevni og førleikar at samskifta við brúkarar, avvarðandi og samstarvsfelagar, har pláss er fyri ymsum áskoðanum.

Vit bjóða
Heimligt og jaligt arbeiðsumhvørvi og eitt starv við avbjóðingum og yrkisligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

Meira fæst at vita um starvið
Við at venda sær til Jonnu Estbú, samskipara, tlf. 318109/288109 ella jonnae@torshavn.fo ella Augustu Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 226795 augustam@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett frá 1. desember 2017 til 1. desember 2018 og verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo


Viðmerkið “Heilsurøktari til dagtilhaldið Stjørnulon”

Umsóknarfreistin er 20. oktober 2017

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER