Heilusrøktari, heilsuhjálpari og hjálparfólk til Heimatænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og heimahjálpum til Heimatænastuna í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.

SØKT VERÐUR EFTIR
Søkt verður eftir sjey starvsfólkum at arbeiða í skiftandi vaktum at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu:

• 

 

Tveimum starvsfólkum at arbeiða í kvøldvakt í føstum starvi
á starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna at byrja
1. november 2017 ella eftir avtalu


 

Fimm starvsfólkum at arbeiða í dagvakt, í starvsbrøki 0,875
svarandi 35 tímar um vikuna at byrja 1. november ella eftir
avtalu

Eisini er tørvur á tímaløntum starvsfólki.

FØRLEIKAR
Hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, ella royndir við at arbeiða við fólki.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur hóskandi arbeiðsroyndir

hevur góðan yrkisligan og menniskjansligan førleika

hevur hug og evnir at samstarva tvørfakliga

kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi

kann arbeiða sjálvstøðugt

hevur telduførleika á brúkarastøði

hevur koyrikort

HEIMATÆNASTAN
Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, Eysturbýur og Vesturbýur. Umleið 160 borgarar fáa heimatænastu, og umleið 50 starvsfólk starvast her. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar.

Arbeiðsuppgávurnar eru, at veita heimatænastu til heimabúgvandi borgarar, millum annað kann nevnast, at veita stuðul og hjálp í mun til persónliga røkt og í samband við máltíðir. Hetta eitt sera sjálvstøðugt og spennandi arbeiði.

Brennir tú fyri at veita heimabúgvandi borgarum í Tórshavnar kommunu eina dygdargóða tænastu við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi, so er tað tær vit leita eftir til Heimatænastuna.

Vit leggja stóran dent á góðsku, umframt góða tænastu, og tí er umráðandi, at tú ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.

VIT BJÓÐA
Eitt starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið/ Heilsuhjálparafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi og og upplýsingar um starvsroyndir, skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 23. oktober 2017 kl 12.

Viðmerkjast skal „Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun á Fløtti, deildarleiðara, telefon 793130, T-post: marjunf@torshavn.fo ella Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, T-post: jongerdn@torshavn.fo.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER