Námsfrøðingur til Miðstovnin á Hornabø
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi til vøggustovnua á Miðstovninum í Hornabø.

STARVIÐ
Vit leita eftir einum námsfrøðingi, ið hevur hug at starvast í vøggustovu við upp til 20 børnum. Tú fert at arbeiða á einum stovni saman við 3 øðrum starvsfólkum, men fert eisini at hava tætt samstarv við hini starvsfólkini á Miðstovninum í Gundadali.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri
góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skipa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú megnar at verðveita yvirlitið, tá á stendur

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan 1. november 2017. Arbeiðstíðin er 30 / 35 tímar um vikuna. Tú verður sett í starv í vøggustovuni, men skalt eftir tørvi hjálpa til á Miðstovninum í Gundadali. Tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Astu í Toft, stovnsleiðara, á telefon 223776.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 23. oktober 2017 kl. 12.00.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER