Anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum  søkir  eftir  2  anestesisjúkrarøktarfrøðingum  til  Anestesideildina.

Talan er um 1 fast  starv fulla tíð frá 1. november 2017  og  1 farloyvisstarv  fulla tíð  frá  1. november  til  30. september 2018.  Í báðum førum er talan um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørturum klinisku deplarnar og umfatar økini: anestesideild, viðrakning, intensiv, bráðmóttøka/skaðastova, kommunulæknavakt  og  sjúkraflutningstænastu.

Arbeiðið á Anestesideildini fevnir í høvuðsheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir  innan fleiri sergreinir t.d.: ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra,nasa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð.

Á deildini verða gjørdar umleið 2500 anestesiir um árið. Aðrar  anestesiveitingar  verða givnar, t.d. at leggja venflon, anestesi  til ECT,  umframt  at vit eru við, tá bráðfeingis neyðflutningur  er við flogfari til Danmarkar.  Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har sjúkrarøkt verður samantvinnað við háteknologi, so er møguleikin her. 

Vit bjóða

  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • starvsfelagar við góðum fakligum førleika
  • Ein spennandi arbeiðsdag við góðum møguleika fyri egnari menning
  • Góð innleiðsla

Førleikar

  • Prógv  og  góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Áhuga í og førleika at taka stig til fakliga menning og reflektión
  • Góð samstarvsevni  og  ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Telduførleika
  • Førleika at undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jonnu O. Hansen, deildarleiðara, lokal 5757, lsjonha@ls.fo

 

Umsóknarfreistin er 20.okt 2017

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv".



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER