HR starvsfólk til administratión og tænastuplanlegging í Føroya Politi
POLITISTØÐIN

 

Vilt tú verða ein partur av einari deild í menning við ógvuliga fjølbroyttum virkisøki, so er HR-deildin rætta arbeiðsplássið. Vit leita eftir einum nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki, ið hevur royndir við tænastuplanlegging og innan HR økið sum heild.

Setanin er frá 1. januar 2018 at rokna.

Í høvuðsheitum eru uppgávurnar í HR deildini skipa innan:

  • HR administratión – fevnir um allar uppgávur frá setan til fráfaring
  • HR menning, herundir førleikamenning av ymsu starvsfólkabólkunum
  • Trivnaður og frávera
  • Tænastuplanlegging

Starvsfólkini í HR deildini hava øll sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tí vænta vit , at tær dámar væl at fara til arbeiðis í einum umhvørvið við nógvum og ymiskum uppgávum. Tað er umráðandi, at tú ert væl skipað/ur, arbeiðir sjálvstøðugt, umframt, at tú ert fleksibul og trívist við at hjálpa til, har uppgávurnar eru. Tú hevur dagliga at varðar av administratión og tænastuplanlegging.

Arbeiðsuppgávurar fevna m.a. um:

  • Administratión
  • Tænastuplanlegging
  • Lønaruppfylging
  • Uppfylging við leiðararnar í samband við starvsfólkaútviklingssamrøðum o.a.
  • Viðlíkahald av heimasíðuni.

Førleikakrøv

  • Bachelor ella skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting
  • Tú hevur royndir við arbeiðsuppgávum í eini HR deild
  • Tú hevur royndir við tænastuplanlegging
  • Tú ert skjót/ur og forvitin at brúka nýggjar KT-skipanir

Lønar- og setanartreytir  verða ásettar eftir avtalu og eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen.
 


Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2017 og skal sendast til: fo-personalekontor@politi.dk

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bjørg Joensen, HR-stjóra, tlf. +298 351448.

John Kølbæk, fúti



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER