1. bókavørður til Føroya landsbókasavn
FØROYA LANDSBÓKASAVN

Søkt verður eftir 1. bókavørði til Føroya landsbókasavn at byrja 15. november ella skjótast til ber.

 

Starvið
Uppgávurnar  eru fjølbroyttar, og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir m.a. um raksturin av avgreiðsluni og útláninum, at gera vaktarskipanir o.t., at skipa fyri keypi og skráseting av bókasavnstilfari og vaktir í útláninum.

 

Førleikar
Til starvið krevst bókavarðaútbúgving (DB ) ella útbúgving, sum samsvarar við hesa, eins og fyrimunir er at hava leiðsluroyndir.

 

Vit rokna við, at tann, ið sett/-ur verður, hevur:

• góð samstarvsevni

• sjálvstøðugt arbeiðslag

• góðan tænastuhugburð

• og góðan telduførleika

 

Setanartreytir og løn
Starvið er fulltíðarstarv. Arbeitt verður í vaktum.

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Umsóknir
Umsóknir  við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) verður at senda til: 

Føroya landsbókasavn, J.C. Svabosgøta 16 - P.O. Box 61 - FO-110 Tórshavn, ella til flb@savn.fo.

Umsóknarfreistin  er týsdagin  31. oktober 2017.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 790 511.

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn Føroya og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER