Prøvatakari til Havstovuna
HAVSTOVAN

Søkt verður eftir einum fólki (M/K) at taka prøvar av landingum í Eysturoy og Norðoyggjum.

Prøvatakarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera ágrýtin og áhugaður í fiskivinnuni.

Arbeiðið sum prøvatakari fevnir í høvuðsheitum um at:

  • Halda seg kunnaðan við, nær og hvar skip ella bátar landa
  • Fara út á landingarstøðini og fáa fisk at taka prøvar av
  • Máta longd og vekt av fiski og taka nytrur
  • Senda tilfarið til Havstovuna.

Eingi krøv eru til útbúgving ella royndir, og tú fært upplæring á Havstovuni. Góð samstarvsevni er ein treyt.

Møguleiki er fyri í stóran mun at skipa arbeiðstíðina sjálv/ur.

Arbeiðsbilur verður tøkur.

Starvið er tímalønt. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

hav@hav.fo

ella

Havstovan

Nóatún 1, P.O. Box 3051

FO-110 Tórshavn

og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2017.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Petur Steingrund, deildarleiðara, teldupost peturs@hav.fo ella Eilif Gaard, stjóra, teldupost eilifg@hav.fo, á tlf. 353900. Web: www.hav.fo

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER