Reingerðarfólk.
HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Søkt verður eftir fólki at gera reint hjá Havnar handverkarafelag, at byrja 1 november. 2017 ella eftir nærri  avtalu.

Tann í settur verður,skal vera røkin,álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt,og hava reina revsiváttan. Starvi verður sett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og avarandi yrkisfelag.

Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna og er vanliga eftir kl.15 yrkadagar.Umsøkjarar eru vælkomnir at ringja til Eli Brimsvík,formann,tlf 354802 fyri at hoyra nærri um starvið.

Seinasta freist at søkja starvið er fríggjadagin 20 oktober 2017.

Umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast:

Havnar handverkarafelag

Stoffalág 60

Postsmoga 203

110 Tórshavn,

ella á: handverk(at)handverk.fo og viðmerkjast “Reingerðarfólk"

 

 

 

 

 

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER