Námsfrøðingur til Barnalund
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Søkt verður eftir:

  • Einum námsfrøðingi at arbeiða 30/35 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmakarkað til eitt ár:
    • 13. nov. 2017 – 31. juli 2018 er starvið áljóðandi 30 tímar
    • 1. aug. 2018 – 13. nov. 2018 hækkar tímatalið til 35 tímar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið er týðiligt í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið er eldhuga og jaligt.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið hevur kunnleika til “tegn til talu” og karlstadmodellið - tó er hetta ikki eitt krav

Vit kunnu bjóða tær:

  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • At menna “tegn til talu” og karlstadmodellið.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Um útbúgvin námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki.

Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leila H. Hansen, á tlf. 238031.

Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuna, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. oktobur 2017 kl. 12.00.

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER