Kundatænastuleiðari til Effo
P/F EFFO

Hevur tú leiðsluroyndir, og brennur tú fyri at veita eina serliga góða tænastu?

So er starvið sum Kundatænastuleiðari júst nakað fyri teg.

Starvið
Sum leiðari í Kundatænastuni fært tú eitt spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan og ábyrgd.

Tú fært ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Kundatænastuni.

Høvuðsuppgávur/arbeiði umfatar

  • Leiða og samskipa arbeiðið í Kundatænastuni
  • Ábyrgd av samskifti og uppgávum mótvegis kunda og innanhýsis í organisatiónini, so sum oljuveitingar, hitatænastu, fyrispurningar o.a.
  • Tvørgangandi átøk fyri at menna tænastuna, bæði mótvegis kunda og innanhýsis
  • Tryggja at viðkomandi uppgávur sum hoyra til virksøkið verða framdar
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum í Kundatænastuni

Tínir førleikar

  • Er tænastusinnað(ur)
  • Góð leiðslu- og samstarvsevnir
  • Góð samskipanarevnir og samskiftisførleikar
  • Dugir at seta greið mál og skapa úrslit
  • Megnar til tíðir at arbeiða undir trýsti

Fyrimunur um umsøkjarin hevur leiðslu- og samskipanarroyndir.

Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum umhvørvi.

Vit bjóða tær løn eftir nærri avtalu, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.

Tú fært neyðuga upplæring í viðkomandi telduskipanum og arbeiðs-/mannagongdum.

Starvstaðurin er á høvuðskrivstovuni á Óðinshædd.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi 20. oktober 2017, og sendast til P/F Effo Postboks 3098 110 Tórshavn Frámerki: “Kundatænastuleiðari” ella sum teldupost til hr@effo.fo

Starvið verður sett skjótast tilber.

Upplýsingar um starvi fáast við at venda sær til Jónsvein Simonsen, Sølu og Kundatænastuleiðara á fartelefon 228063. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER