Skrivstovulærlingur til Norðurlandahúsið í Føroyum
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM

Eitt pláss sum skrivstovulærlingur innan fyrisiting er leyst at søkja í Norðurlandahúsinum.

 

Vit bjóða:
Eitt spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, við nógvum ymiskum avbjóðingum. Tú fært kunnleika til flestu vanligu uppgávur á eini skrivstovu og royndir at vera í móttøkuni, har vit m.a. selja atgongumerki og føroyskar designvørur  og svara einum hópi av ymiskum spurningum. Lærlingurin kemur eisini at hjálpa verkætlanarleiðarunum við ymiskum mentanartiltøkum. Vit eru 15 eldhugað starvsfólk, sum arbeiða innan tøkni, verkætlanarleiðslu og umsiting. Vit gleða okkum til at taka í móti einum nýggjum skrivstovulærlingi – er tað tær vit bíða eftir?

 

Vit vænta at tú:

  • Hevur miðnámsútbúgving.
  • Hevur góðan  málkunnleika.
  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur áhuga í mentanarligum virksemi.

 

Setanar- og lønartreytir
Viðkomandi verður settur eftir reglunum um skrivstovulærlingar í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið/Yrkisdepilin.

 

Umsókn 
Um tú ynskir at søkja starvið, verður tú biðin um at útfylla umsóknarblaðið og viðhefta umsókn og møgulig prógv á okkara starvsportali . Freistin at søkja  er 22. oktober 2017.
 

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Sif Gunnarsdóttir, sif@nlh.fo,  tlf 351 351

 

Norðurlandahúsið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri. Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroyar og at bera føroyska mentan til onnur norðurlond, umframt at stuðla føroyskari mentan. Árliga eru um 400 tiltøk í Húsinum, og um 100.000 vitjandi. Í Norðurlandahúsinum eru 15 starvsfólk. 


Nordiska Ministerrådet är de nordiska regeringarnas samarbetsorgan. Nordens hus på Färöarna är en av Nordiska Ministerrådets 12 institutioner. Institutionerna förverkligar ministerrådets vision på sina respektive områden, i samarbete med nationella och internationella aktörer. Verksamheten leds av en direktör som rapporterar till ministerrådets generalsekreterare.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER