Virkisfúsur næmingur til tolldeildina
TAKS

Dámar tær at hjálpa og vegleiða fólki? Hvussu við innflutningsgjøldum, upprunareglum og tolli, ljóðar tað áhugavert?

Skjótast gjørligt bjóða vit einum ágrýtnum fólki at byrja í læru á TAKS. Læruplássið er knýtt at tollinum.

Sum næmingur á TAKS fært tú fjølbroyttar royndir innan skrivstovuyrkið á fleiri ymiskum deildum, men tú fært serligan kunnleika til tollin, sum er tað arbeiðsøkið, har tú hevur títt tilknýti. Á TAKS umsita vit lógir. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, men allar krevja, at tú arbeiðir samvitskufult og við nærlagni.

Vit samskifta við nógv og ymisk fólk, so tú mást hava áhugað í tænastu og í at samskifta væl. Tí er eisini gott, um tú hevur góðan málkunnleika, serliga til føroyskt og í ávísan mun til enskt og danskt. Samstundis mást tú kenna teg væl til rættis við telduna, tí alt arbeiðið á TAKS er knýtt at teldum. Vit vilja helst, at tú hevur eina miðnámsútbúgving, men krevja tað ikki.

Lærutíðin er treytað av tínari útbúgving frammanundan:

• 4 ár við fólkaskúlaprógvi

• 3 ár við FHS-prógvi

• 2½ ár við students- HF ella HTX-prógvi

• 2 ár við HH- prógvi

Næmingaplássið er í Tórshavn, men onkur tíðarskeið fert tú helst at starvast aðra staðni í landinum. Í lærutíðini fer tú í skúla í Danmark at taka ástøðiliga partin av útbúgvingini. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Vilt tú vita meira um næmingaplássið, kanst tú venda tær til Jens Christian Olsen, leiðara í tollinum, tel. 352782 ella jco@taks.fo.

søkir við at trýsta á "Søk starvið".

Freistin at søkja er sunnudagin, 27. august 2017, klokkan 24.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER