Starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og vinnulívsrætt
SP/F SPEKT, LØGGILDIR GRANNSKOÐARAR

Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla? Hevur tú áhuga í samfelags- og vinnuligum viðurskiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og ætlar tú tær at fáa eina hægri útbúgving innan búskaparfrøði?

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, samstundis sum tú hevur møguleika at fáa eina hægri búskaparliga útbúgving.

Arbeiðið

Tú verður partur av einum dugnaligum, vælútbúnum og ágrýtnum toymi av starvsfólkum. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskaparhjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viðurskifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Útbúgvingin
Samstundis sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD, harav 2 tey fyrstu árini eru skipað við undirvísing á Handilsskúlanum í Tórshavn. Seinnu 2 árini av HD-lestrinum eru skipað í samstarvi ímillum Handilsskúlan í Tórshavn og Århus Universitet.

Eftir loknan HD-lestur er møguleiki at søkja inn á cand.merc.aud.-útbúgvingina á lærdum háskúlum í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað tekur eini 3 til 4 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina.

Cand.merc.aud.-útbúgvingin gevur møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari. Harumframt gevur cand.merc. aud.- útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar, m.a. sum roknskapar-/ fíggjarleiðari í størri fyritøkum.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúlaprógv serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum støddfrøði ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani cand.merc.aud. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fryntlig/ur, fyrikomandi og at tú hevur lætt við at samstarva við onnur.

Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógvið (seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum verður at senda okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 20. august 2017.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Vit
arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, eftirlønargrunn,
fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar.

Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER