Starvsfólk til Skemmuna
P/F SKEMMAN

Vit søkja eftir starvsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Skemman hevur í meira enn 30 ár bjóðað føroyingum vørur, til heldur bíligari prísir. Ymiskar vørur, frá smávørum til møblar, dýnur v.m. Dámar tær at hava úr at gera, við nógvum ymsum uppgávum, og veita eina góða tænastu til kundan?  So er hetta nakað fyri teg.

Vit vanta av tær:

At tú ert fyrikomandi Álítandi Jalig/ur Ágrýtin

Vit kunnu bjóða: 

  • Góðar umstøður og góðar starvsfelagar
  • Eitt virkið arbeiðspláss, við fjølbroyttum arbeiðsdøgum 

Løn sambært S&K

Hevur hetta tín áhuga, og ynskir tú at royna teg innan hesa vinnugrein?

Hevur tú royndir við at arbeiða í handli, ella øðrum tænastuvinnum, er tað ein fyrimunur. Men hetta er ikki eitt krav. So ynskja vit at hoyra frá tær. 

Meira fæst at vita um starvið, vit at tosa við leiðarin, Dan Hansen, telefon 898501.

Umsókn kann sendast til teldupostadressu: dan.hansen@skemman.fo

Um Skemmuna Skemman varð stovnað í 1986, og er ein frenchise handil av Jysk í Danmark. 

Serøkini í handlinum eru hesi: dýnur, handklæðir, madrassur og møblar. Í handlinum arbeiða 16 fólk fulla tíð. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER