Starvsfólk til Miklagarð
P/F S.M.S

Starvsfólk til Miklagarð

Kundi tú hugsað tær at arbeitt í Føroya størsta matvøruhandli, har vit bjóða kundum eitt sindur meira enn bara føði?

Miklagarður leitar eftir tveimum kassafólkum, ið skulu vera við til tryggja at okkara kundar framhaldandi fáa bestu tænastuna og harvið eitt tað besta innkeypsupplivilsi. Størvini hava skiftandi arbeiðstíðir á ávikavist 24. og 27. tímar um vikuna.

Førleikakrøv

• Fyrikomandi
• Ágrýtin
• Álítandi
• Jaligur

Vit bjóða

Eitt arbeiðspláss har ið nógv hendir, og eingin dagur er líka
Góðar starvsfelagar og arbeiðsumstøður

Er hettar nakað fyri teg, og ynskir tú at vera partur av einum samtaki í stórari menning, ynskja vit at hoyra frá tær.

Starvið verður sett sum skjótast.

Løn sambært S&K.

Hevur hettar tín áhuga, ert tú vælkomin at senda umsókn johnny@sms.fo. Ynskir tú at hoyra nærri, kanst tú ringja á tlf. 283011 til Johnny Priess, leiðara í Miklagarði.

Um samtakið

Í Miklagarði starvast umleið 50 fólk.
Miklagarður er partur av SMS samtakinum, sum rekur SMS, Bónus handlarnar og Mylnurnar.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER