Kost- og føðslustarvsfólk til Køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS

Køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kost- og føðslustarvsfólki til setan 1. okt. 2017, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna. Starvið er, við øktari ábyrgd fyri matframleiðsluni, í samstarvi við leiðaran. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00. Arbeitt verður umleið 3. hvørt vikuskifti. 

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum: Matframleiðsla, planlegging, fyrireiking, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.

Førleikar:

• tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent) ella føðslutøkningur (ernæringsteknolog)

• tú dugir at samskifta í skrift og talu

• tú hevur KT-førleika á brúkarastøði

• tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki

Persónligir eginleikar:

• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur

• tú hevur ein jaligan hugburð

• tú dugir at síggja møguleikar framum forðingar

• tú hevur gott yvirlit og tolir stórt arbeiðstrýst

• tú ert samstarvshugað/-ur

• tú ert røkin og arbeiðssom/-samur

• tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi

• tú ert fleksibul og tolir broytingar

Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, telefon 229229/ 404581 ella elisabethak@ks.fo

Umsóknarfreistin er 22. aug. 2017, kl. 12:00.

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til umsokn@ks.fo

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Sígg lýsing her:



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER