Klaksvíkar Sjúkrahús, søkt verður eftir læknaskrivara
KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS

 

FO-700 Klaksvík

Læknaskrivari

Søkt verður eftir læknaskrivara frá 01. oktobur 2017, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar/viku.

Førleikakrøv/persónligir eginleikar:

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er krevjandi
  • Góð samstarvsevnir
  • Góður røkjuskapur
  • Kunnleiki til Cosmic er ein fyrimunur, tó ikki krav.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðandi læknaskrivara,                                   Magnu L. Joensen telefon 40 45 33 ella teldupost magna@ks.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 22.08.2017 kl. 12:00.

Sí lýsing her:



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER