Námsfrøðingar til Dagstovnin í Løkjatúni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin í Løkjatúni eftir tveimum námsfrøðingum til vøggustovu.


Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at starvast 30 tímar frá 1. september 2017 ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til eitt farloyvisstarv 30 tímar um vikuna frá 1. september 2017 til 1. september 2018.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Okkum tørvar námsfrøðingar, sum vilja arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagið og námsætlan, sum eru áhugaðir í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur eina jaliga menniskjaáskoðan

dámar at vera saman við børnum

hevur góðar samstarvsførleikar

dugir at vera reflekterandi yvir egna praksis

er áhugaður í sjálvmenning

kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis tú megnar at varðveita yvirlitið tá á stendur

VIT KUNNU BJÓÐA EITT STARV HAR:

• 

Tú hevur møguleika at ávirka tína egna arbeiðsdag

Tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða skiftandi
vaktir

Vit kunnu bjóða tær eitt fakligt kveikjandi umhvørvið

Eitt umhvørvið, sum grunda á okkara virðisgrundarlag –
virðing, viðurkenning og javnvirði

Hevur tú hug til at vera við til at geva børnunum í Løkjatúni eitt spennandi og avbjóðandi læruumhvørvið, so send okkum eina umsókn!

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 22. august 2017.

Seturnarsamrøður vera í viku 34.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at vitja heimasíðuna www.lokjatun.fo, ella við at venda sær til Elin N.W. Tausen, stovnsleiðara, telefon 214227 ella á teldupost elint@torshavn.fo.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER