Kom í læru hjá okkum
P/F WENZEL

Vit leita eftir einum eldhugaðum lærlingi at koma í læru á bilverkstaði okkara.

  • Vit vænta, at: - tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi - tú arbeiðir sjálvstøðugt - tú dugir at samstarva

Lønin er eftir sáttmálanum. 

Meira fæst at vita um starvið, við at ringja til Jákup á tlf. 23 55 06.

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at kundar okkara eru nøgdir.

Tí virka vit fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita kundum okkara góða tænastu.

Vit tryggja okkum, at vitan okkara um bilar verður støðugt dagførd, soleiðis, at vit altíð eru í fremstu røð fakliga.

Í dag arbeiða 19 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Umsóknarfreistin er 28. august 2017.

Skrivlig umsókn merkt “lærlingur” skal, saman við prógvum, viðmælum o.ø, sendast til: P/F Wenzel Postboks 3043 110 Tórshavn   Att: Jákup Hansen ella til jakup@wenzel.fo 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER