Heilsuhjálpari til Tjarnargarð
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Søkt verður avloysara fyri heilsuhjálpara sum fer í barnsburðafarloyvi á Lava / Luddalon á Tjarnagarði.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, er tað tær vit leita eftir í Heilsu- og umsorganartænastuni.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• 
 

Starvsfólki at arbeiða 0,8 í blandaðum vaktum, at byrja sum skjótast
og til 1. august 2018.

Um heilsuhjálpari ikki søkir starvið, kann umsøkjari við líknandi førleikum setast í starv.

FØRLEIKAR
Útbúgving sum heilsuhjálpari.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

Hevur hug og hegni at arbeiða við aldrandi borgaran

Hevur hóskandi arbeiðsroyndir

Hevur góðan yrkisligan og menniskjansligan førleika

Hevur hug og evnir at samstarva tvørfakliga

Kann arbeiða sjálvstøðugt

Hevur telduførleika á brúkarastigi

TJARNAGARÐUR
Tjarnargarður er røktarheim fyri aldrandi borgarar, og er kjarnuuppgávan hjá starvsfólkunum, at veita miðvísa umsorgan, tænastu og røkt, umframt at stuðla húsfólkinum, soleiðis at hann gert virkin og vakin alt lívið.

Á Tjarnagarði eru tríggjar deildir: Lavalon 12 búpláss, Luddalon 12 búpláss, Kristianslon 10 búpláss og eisini er dagtilboðið á Tjarnarlon.

Vit leggja stóran dent á góðsku umframt góða tænastu, og tí er umráðandi, at tú ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.

VIT BJÓÐA
Eitt starv við avbjóðingum og møguleika fyri yrkisligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman prógvi og og upplýsingar um starvsroyndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 21. august 2017. Viðmerkið „Røktarstarvsfólk Tjarnagarður“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita við at venda sær til Heidi Kragesteen, deildarleiðara, telefon 283029, t-postur: heidik@torshavn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER