Smyril Line søkir eftir starvsfólki til Tax Free handilin umborð á Norrönu – skjótast til ber
P/F SMYRIL LINE (FAS)

Vilt tú verða partur av einum arbeiðsplássi, har veiting av dygdargóðari tænastu og samanhald er í hásæti?

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, í einum felagi í støðugum vøkstri, við einum toymi av royndum og dugnaligum starvsfólki rundan um teg.

Uppgávur

  • Kundaráðgeving
  • Søla
  • Vørumóttøka
  • Uppfylling
  • Upprudding

Sum sagt, er tað týdningarmikið, at vit kunnu veita kundunum eina dygdargóða tænastu og tí vænta vit at tú ert álítandi, fyrikomandi, tænastusinnað/aður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt innan omanfyri nevndu uppgávurnar.

Harumframt kemur tú at hava nógv samband við starvsfelagar og tí vænta vit eisini at tú trívist at arbeiða í einum toymi og at tú leypandi bjóðar tína hjálp og tín kunnleika.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður sett sambært viðkomandi sáttmála.

Umsókn

Send umsókn og avrit av møguligum viðmælum og prógvum í seinasta lagi 20 august. 2017 umvegis teldupost til Ebba Kristinn Thomsen á shopmanager@norrona.fo

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ebba Kristinn Thomsen umvegis teldupost ella á tlf. 344998

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemi hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norröna og hotel Skálavík. Harumframt eigur Smyril Line fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER