Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til Heimatænastuna í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.


Søkt verður eftir:
• Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2017
• Sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 svarandi 28 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum 1. september 2017 til 28. februar 2018

FØRLEIKAR
Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.

VIT VÆNTA, AT TÚ
• Hevur hóskandi arbeiðsroyndir
• Hevur góðan yrkisligan og menniskjansligan førleika
• Hevur hug og evnir at samstarva tvørfakliga
• Kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Hevur telduførleika á brúkarastigi
• Hevur koyrikort

HEIMATÆNASTAN
Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, Eysturbýur og Vesturbýur. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar. Kjarnuupgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Brennir tú fyri at veita heimabúgvandi borgarum í Tórshavnar kommunu eina dygdargóða tænastu við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi, so er tað tær, vit leita eftir.

Vit leggja stóran dent á góðsku umframt góða tænastu, og tí er umráðandi, at tú ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.

VIT BJÓÐA
Eitt starv við avbjóðingum og møguleika fyri yrkisligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

UMSÓKN
Umsókn saman við góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, prógvi og og upplýsingar um starvsroyndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 18. august 2017 kl. 12.00.

Viðmerkið “Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna”.

MEIRA FÆST AT VITA
Við at venda sær til Marjuna á Fløtti, deildarleiðara, telefon 793130, t-postur: marjunf@torshavn.fo ella Jóngerð Nielsen, deildarleiðara, telefon 793110, t-postur: jongerdn@torshavn.fo

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER